← Jól á Snar
1.–3. flokkur · desember 2026

Jól í grunddeildini

Lat eina nýggja lúku upp hvønn skúladag! Vit lurta, práta, rokna, kanna og skapa saman. Ein lúka tekur umleið 10–15 minuttir. Lærarin kann eisini velja eina eyka uppgávu.

Far til lúkurnar ↓
14 skúladagar · 1.–18. desember

Lúkurnar

Føroyskt Støddfrøði Heimstaðarlæra Handaverk og list Kristni

Lesið

Tosið saman

Gerið

Dagsins orð

Sigið orðið týðiliga, og klappið stavilsini eftir ljóðinum. Teljið klappini, og trýstið so á knøttin fyri at kanna. Tosið síðan um, hvat orðið merkir júst í dagsins uppgávu. Latið børnini vísa eitt dømi ella brúka orðið í einari frágreiðing.

Til læraran
Framhald (valfrítt)

Steypaskápið

Steypini hjá flokkinum

Framstigini verða bara goymd í kaganum. Brúkið somu teldu, um tit vilja varðveita tey.

Til læraranJólabókin hjá flokkinumLat upp ▾Lat aftur ▴
Til læraran

Jólabókin hjá flokkinum

Í summum lúkum kunnu børnini tekna og skriva til eina felags jólabók. Prentið forsíðuna og ørkini á A4 og goymið síðurnar í einari mappu ella í einum kassa. Í lúku 14 setur flokkurin allar síðurnar saman til eina jólabók.

Børn, sum ikki duga at skriva enn, kunnu siga frá, meðan lærarin skrivar. Uppgávurnar eru valfríar og kunnu eisini gerast seinni á degnum.

Jólabókin verður gjørd í lúkunum 1, 3, 4, 5, 7, 9 og 12 og sett saman í lúku 14.

Saman á skúlanum · valfríttJólasøgan, sum ferðastLat upp ▾Lat aftur ▴
Saman á skúlanum · valfrítt

Jólasøgan, sum ferðast

Hádeildin skrivar eina jólasøgu. Miðdeildin lesur hana upp fyri tykkum, og tit tekna myndir til søguna.

Soleiðis gera tit

  1. Lurtið eftir søguni.
  2. Tosið um, hvat hendir fyrst, síðan og at enda.
  3. Býtið tykkum í fýra bólkar. Hvør bólkur teknar eina hending úr søguni.
  4. Leggið myndirnar í rætta raðfylgju, og sigið søguna umaftur við myndunum.

Tit kunnu savna søguna og myndirnar í eina bók.

Til læraran

Avtala upplesturin við læraran í miðdeildini. Um tit ikki samstarva við aðrar flokkar, kunnu tit brúka eina stutta søgu, sum børnini kenna, ella lesa Snjókellingina eftir A. C. Evensen.

Les søguna, greið frá ókendum orðum og lat børnini tekna.

Les søguna: Snjókellingin
  1. Tað var ein vetrardag; hann var farin at toya, og kavin kreymaði, men tó lítið. Tá balaðust vit úti og rullaðu stórar kavabóltar; so gjørdu vit eina snjókelling.
  2. Pápi setti høvdið á hana, og hann gjørdi eisini nøsina og koleyguni; og inn í búkin á henni hevði stóri beiggi grivið eitt stórt rúm og kynt upp við torvi og vátum hálmi. Eitt hol gekk frá rúminum upp í munnin, og stóri beiggi setti eina pípu í munnin á snjókellingini; so stóð hon og roykti. Tað mundi hon treingja til í kuldanum.
  3. Hurrá! Og hundurin fór at goyggja, tí snjókellingin hevði eitt homluband í hondini og lætst at vilja sláa. Gamla Marin hevði verið burtur í bygd um dagin og kom aftur um kvøldið; hon varð so kløkk, at hon rópti.
  4. Dagin eftir slepti hon heimaveðrinum út. Men tað skuldi hon ikki gjørt. Tí veðrurin var illur, og hann tók eitt renningarlop og stangaði snjókellingina, so hon reyk um koll. Hann var vinmaður mín og hevði ofta fingið drýl frá mær. Tann dagin fekk hann einki uttan smekk.

A. C. Evensen · Lesibók til 3. skúlaár, bls. 162

Sangbókin

Sangir, vit syngja í desember

Hví man alt vera so hugnaligt í kvøld!

Orð: Kristin í Geil

1. Hví man alt vera so hugnaligt í kvøld! Frosturin bítur, men ongi er køld. Dagur var strævin, men ongin sýnast móð, hví eru øll so blíð og fró? Tað er jólaaftan! Klokkan ring: Bing, bang, bing! Bing, bang, bing! Brátt er træið tendrað – slá so ring, dansa kvøð og syng! 2. Myrkt er og kalt er og følnað hvør urt, sólin hin bleika næstan kámast burt, smáfuglar stirdir ei orka á flog – tá sendir sólin gleðisboð: 3. Fjart er hon stødd, men vit hoyra tað ljóð, børn síni minnist sólarmamman góð: Eg komi aftur til alt tað, sum grør og andar á tí køldu jørð. 4. Børn eru børn, og tað verða vit við, tá vit um jólatræið, lið um lið, dansa og minnast á summar og sól, meðan vit kvøða hátt um jól. Tað er jólaaftan! Klokkan ring: Bing, bang, bing! Bing, bang, bing! Brátt er træið tendrað – slá so ring, dansa kvøð og syng!

Lítla fitta nissa mín

Føroysk týðing: Alexandur Kristiansen · Upptøka: Barnasangbók Føroya · Lúka 1

1. Lítla fitta nissa mín, tú skalt fáa greyt í trygil tín, jólagreyt við mandlu í. Ja, so oysa vit uppí. 2. Mandlan melur bert í kring, melur runt í greytinum í ring, hvar man mandlan vera nú? Nissa mín, hvat heldur tú?

Gleðilig jól! Gleðilig jól!

Føroysk útgáva: Fríðrikur Petersen, 1891 · Lagtilvísing: sálmur 84 · Kelda: Sálmabókin nr. 95, skeyk.fo

„Gleðilig jól! Gleðilig jól!“ ljóðar av himli einglalag. „Armi syndari, óttast ei nú, gleðiboðskapin hoyrir tú: :,: Jesus er føddur í dag. :,:“ 2. Faðir vár! Faðir vár! Høgt tó tú á himli býrt, ikki gloymdi tú barnið títt, elskaði syndiga hjarta mítt; :,: veri um ævi tær dýrd. :,: 3. Frelsari mín! Frelsari mín! Náði tín hon er mítt skjól. Paradísportrið er opnað mær, aldri kann eg fulltakka tær :,: fyri gleðilig jól. :,:
Finn Snar

Hvussu nógvir hundar eru á síðuni?

Snar-hundurin hevur etið fýra piparkøkur! Nú goymir hann seg fýra staðir á síðuni, og molarnir hanga enn í skegginum. Finnið hundin og trýstið á hann. Tá fær hann eitt nummar, og ein piparkøka kemur aftur í kassan.

Funnir: 0 av 4

Gleðilig jól!

Góðan arbeiðshug í adventini